Ferðast trygt á netinum

Lat telduna verða dagførda
Veikleikar í stýrisskipanini (t.d. Windows XP) ella í forritunum á telduni (t.d. Adobe Reader) verða ofta misnýttir av teldusníkum. Tí er týdningarmikið at lata telduna verða dagførda og syrgja fyri, at stýrisskipan og forrit altíð eru dagførd, so at eingin vandi er fyri veikleikum. Best er at nýta eina sjálvvirkna dagføring. Um tað ikki er møguligt ber til at fara inn á heimasíðuna hjá framleiðaranum og kanna um nýggjar dagføringar eru tøkar.


Nýt antivirus og verjugarð (firewall)
Verjugarðurin tryggjar teg í størstan mun í móti teldusníkum, sum royna at koma í samband við tína teldu. Antivirusforritið kannar hinvegin eftir, um tað liggja skaðiligar kotur í teldupostum og fílum, sum tú móttekur og letur upp, og tað kannar harafturat javnan telduna fyri virus. Syrg fyri, at verjugarðurin og antivirusforritið verða ofta dagførd - best er um hetta verður gjørt á sjálvvirkandi hátt. Syrg eisini fyri at gera eina heildarskanning av harðdiskinum við jøvnum millumbilum.


Áset trygdarstigið í tínum kaga (browser)
Áset trygdarstigið í tínum kaga, soleiðis at tú altíð verður spurd, tá ið kunning, fílur og forrit verða løgd inn á telduna. Á henda hátt fært tú møguleika fyri at forða fyri, at óynsktar kotur verða lagdar inn á telduna.


Ger trygdarrit av tínum skjølum
Tað er ikki altíð, at skaðiligar kotur kunnu fáast burtur við einum antivirusforriti. Tí mást tú, um tú ert óheppin, reinsa telduna og leggja styrisskipanina og øll forritini inn á telduna av nýggjum. Tá ið hetta er gjørt, kanst tú leggja skjøl, myndir, tónleik og annað, sum tú hevur tikið trygdarrit av, inn aftur á telduna.


Nýt góð og trygg loyniorð
Loyniorð eru tann týdningarmiklasta verndin av tínum persónligu upplýsingum. Syrg fyri at nýta loyniorð, ið eru torfør at gita, og minst til at halda tey loynilig. Mælt verður til at hava sum vana at broyta loyniorð regluliga, í minsta lagi 3. hvønn mánaða og nýt ikki sama loyniorð á fleiri støðum.


Set bronglingina (krypteringina) í tínum tráðleysa netverki til
Bronglingin verjir teg ímóti, at onnur brúka títt netverk og harvið tær tænastur, sum tú hevur goldið fyri. Fyri ikki at verða avdúkað nýta brotsfólk ofta tráðleysa netverkið hjá øðrum at fjala seg í, tá ið tey fremja brotsverk. Hetta kann hava við sær, at ósek koma undir illgruna fyri at hava framt brotsgerðir, tey einki vita um. So minst til at seta bronglingina í tráðleysa netverkinum til.


Far ikki inn á leinki og lat ikki viðfestar fílur upp
Tað er ofta í teldupostum ella gjøgnum beinleiðis boð í kjattrúmum, at brotsfólk royna at lokka teg í eina fellu. Ofta viðfesta tey eina fílu, sum tey vilja hava teg til at lata upp. Fílan vísir seg síðani at vera eitt forrit, sum gevur brotsfólkunum atgongd til tína teldu, soleiðis at tey kunnu misnýta tínar persónligu upplýsingar við t.d. at gera innbrot í netbankan hjá tær. Eitt slíkt álop nevnist troisk ross (trojanskir hestar), av tí tað hevur hóttandi eginleikar, ið ein einki visti um.

Tey kunnu eisini viðfesta eitt leinki, sum tey vilja hava teg til at klikkja á. Hetta leinkið førir ofta til eina brotsliga síðu, har teldan verður kannað fyri veikleikar, so at eitt skaðiligt forrit kann leggjast inn á telduna. Í einum øðrum slagi av álopi roynir síðan at fáa teg til at taka eitt skaðiligt forrit niður við at fáa teg til at vátta innleggingina. Tú skalt vera serliga varin, tá ið tú kjattar beinleiðis við onnur ella ert í kjattrúmum, tí hesar tænastur kunnu spjaða skaðiligu forritini skjótari enn teldupostar. Far bert inn á leinki, um tú kanst gjøgnumskoða, hvagar tey leiga teg, og um tú hevur álit á avsendaranum.


Goym ikki spamm-teldupostar
Tú skalt altíð royna at strika spamm uttan at lata tað upp. Um tú letur spamm-post upp ella svarar honum, er sannlíkt, at tú fært enn meiri spamm. Ofta viðfesta brotsfólk eitt leinki, sum tú kanst klikkja á. Hetta leinkið førir ofta til eina brotsliga síðu, har teldan verður kannað fyri veikleikar, so at eitt skaðiligt forrit kann leggjast inn á telduna. Í einum øðrum slagi av álopi roynir síðan at fáa teg til at taka eitt skaðiligt forrit niður við at fáa teg til at vátta innleggingina. Um tú vilt verja teg fyri spamm, kanst tú til dømis nýta spammfiltur. Spammfiltur er ofta í antivirusforritum.


Lat ikki persónligar upplýsingar víðari
Ikki svara teldupostum, ið látast at vera frá bankum ella gjaldstænastum, um leinki eru til heimasíður, sum biðja teg um persónligar og viðkvæmar upplýsingar. Bankar og gjaldstænastur biðja ONGANTÍÐ um persónligar upplýsingar í teldupostum. Tílíkar viðkvæmar upplýsingar kunnu misnýtast av brotsfólki til at misnýta tín samleika og tøma tínar kontur.

Ver annars altíð varin við at lata persónligar upplýsingar við telduposti. At senda teldupost kann samanberast við at senda opin postkort.


Hugsa teg um, tá ið tú vitjar heimasíður
Ver varug við, hvar tú keypir, og hvørjum heimasíðum tú tekur niður frá. Eisini um heimasíðan er væl úr hondum greidd og sær flott út.

Tá ið tú keypir á netinum er tað altíð gløgt at nýta viðurkendar gjaldsmiðlar sum til dømis gjaldskort. Um tú hevur verið úti fyri sviki, kanst tú fáa peningin aftur, um tú hevur rindað við korti, tí tú ert fevndur av “Loven om visse betalingsmidler”. Um tú gert eina bankaflyting beinleiðis á eina kontu, hevur tú onga trygd fyri endurgjaldi.

Les meiri um e-handil á forbrug.dk

Hugsa teg um, tá ið tú tekur forrit niður frá netinum
Tak bert forrit niður frá netinum, um tú hevur álit á heimasíðunum, sum bjóða forritini út. Áðrenn tú leggur forritini inn á telduna hjá tær, eigur tú at kanna, um tú sigur ja til, at tínar persónsupplýsingar verða latnar víðari, og at tú vilt móttaka lýsingar.


Hugsa teg um, um tú fært tilboð um lættvunnan pening
Minst til, at tú ikki kann vinna ein lottovinning, um tú ikki spælir lotto, og at tú ongantíð skalt gjalda pening fyri at fáa tín vinning útgoldnan.

Starvstilboð, sum koma í gjøgnum teldupost um lættvunnan pening, kunnu sum oftast setast í samband við lógarbrot. Tað kemur fyri, at fólk verða boðin eitt starv, sum ber í sær, at tey skulu hjálpa til við at taka í móti peningi og síðani senda pening víðari. Lønin er ofta ein partur upp á 5-15 procent. Slík starvstilboð koma ofta frá brotsfólki, sum hava brúk fyri einum múldýri. Hesi múldýr eru einsamøll um at bera vandan og verða allaroftast fangað.  
Box1

Box2

Box3



 Dat_logo

AnniJanni