Sum foreldur er tað ofta trupult at vita, hvussu vit skulu bera okkum at viðvíkjandi spurninginum um børn á internetinum, og tí verða her nøkur góða ráð til foreldur endurgivin:
 
  • Góðtak at elektroniskir samskiftismiðlar eru vorðnir ein partur av gerandisdegnum hjá børnum og ungum. Fartelefonin og internetið eru komin fyri at vera, og tú kanst eins væl taka í hondina á barninum og leiða tað gjøgnum vandarnar á netinum. Vís vegin – eins og í ferðsluni.
  • Tosa við tey. Sum foreldur hevur tað týdning at hava áhuga fyri, hvat børnini gera, tá tey eru á netinum og at tosa við tey um tað fyri á henda hátt betur at skilja, hvat tey fáast við á netinum, og hvussu tey nýta fartelefonina.
  • Kunna teg og fylg við. Vitja tær síður, sum tey ungu vitja. Kjatta send ein sms, spæl við – royn sjálv. Vís áhuga í staðin fyri ótta, sum ofta kemur av vantandi kunnleika til hesar nýggju samskiftismøguleikar.
  • Lat vera við at seta forboð – men set ístaðin realistisk mørk. Ger t.d ein politikk fyri nýtslu av interneti, fartelefon, myndatólinum í telduni, spølum v.m saman við børnunum.
  • Minst til at forvitni og at royna, hvussu langt tú kanst fara, eru nátúrlig, og at tín ábyrgd ikki bara er at siga nei, men at vera tann vaksni, ábyrgdarfulli sparringspartnarin, tá mørk skulu roynast.
  • Lurta eftir børnunum, tá tey royna at taka teg við. Lurta eisini eftir tí, sum ikki verður sagt. Legg merki til broytingar í teirra atburði. Eru tey kedd ella stúrin?

Ella sagt við øðrum orðum:
Tosa saman. Besta keldan til kunnleika um, hvat títt barn ger á netinum, er barnið sjálvt. Tosa og lurta. Hvørjar síður vitja tey? Hvønn eru tey vinir við? Hvønn eru tey ikki vinir við? Hvat gera tey, um tey koma út fyri onkrum keðiligum ella ótespiligum á netinum, hvønn tosa tey tá við? Á hendan hátt fært tú ein betur kunnleika til on-line lívið, tey liva, og kanst betur hjálpa og stuðla teimum.

Lær tey um persónsvernd. Tosa við tey, um at tey hava ábyrgdina av tí, tey hava lagt út á internetið, eins og blaðstjórar hava ábyrgdina av tí, sum verður skrivað í bløðunum. Tað hevur stóran týdning, at tey hugsa seg væl um, hvørja ferð tey skriva um seg sjálvi ella onnur í kjatti, bloggum, heimasíðum og øðrum á netinum. Sama er galdandi fyri myndir. Tað er altíð ein góður skikkur at fáa samtykki frá tí, sum er á myndini, áðrenn hon verður løgd á netið. Ofta er hetta eisini eitt lógarkrav.
Tað hevur týdning, at tey fáa at vita, at ongin er anonymur á netinum og at vit øll lata elektroniskar slóðir eftir okkum. Slóðir, sum onnur kunnu nýta ella misnýta, um ein er óheppin. 


Aldursmark á Facebook
Facebook krevur, at allir skrásettir brúkarar eru minst 13 ára gamlir. Tað er ymiskt hvørja hugsan foreldur hava um hetta aldursmark. Summi foreldur loyva sínum børnum at stovna vangamynd á Facebook, hóast tey eru yngri enn 13 ár, meðan onnur foreldur virða hetta aldursmark, og nokta børnum sínum at stovna vangamynd inntil tey eru blivin 13 ár. Talan er ikki um brot á nakra føroyska lóg, um foreldur loyva børnum yngri enn 13 ár at stovna vangamynd. Hetta er upp til foreldrini at avgera um tey halda tað verða í lagi at hava vangamynd, hóast barnið er yngri enn 13 ár.
Box1

Box2

Box3



 Dat_logo

AnniJanni