Um tú gloymir fartelefonina í skúlanum, á arbeiðsplássinum ella til eina veitslu, kunnu øll í frið og náðum lesa og kopiera alt títt persónliga tilfar, og kanska ikki allar myndir ella boð eru ætlað øðrum eygum. Um illa vil til, so kunnu aðrir persónar almannakunngera alt títt persónliga lív á internetinum. Tað er ikki vist, at størsta hóttanin móti tíni fartelefon er virus ella spam, men vinir og kenningar.

Hevur tú myndir ella boð á fartelefonini, sum eingin annar skal síggja?

Vit verja teldur, heim og persónligar upplýsingar, men fartelefonin verður ofta gloymd í hesum viðfangi. Í fartelefonini er ofta ein rúgva av upplýsingum um lív okkara. Har eru nøvn og telefonnummur hjá vinum og kenningum, sms-boð, sum vit hava sent og móttikið, upplýsingar um avtalur og hvønn vit hava tosað við osfr.
Í dag verður fartelefonin nógv brúkt sum eitt arbeiðsamboð. Umframt at hava upplýsingar frá sms-boðum, kalendara, kontaktpersónum osfr., so hava fleiri eisini atgongd til teldupostin á fartelefoni. Tí er tað sera týdningarmikið, at hugsað verður um trygdina á fartelefonini á sama hátt, sum tá talan er um telduna.



Antivirus á telefonina

Tað finnast nógv ymisk antivirusforrit til fartelefonir. Tey eru rættiliga ymisk, tá tað ræður um prís og trygd. Tí er tað týdningarmikið at geva sær stundir til at lesa vørulýsingina.
 
Box1

Box2

Box3



 Dat_logo

AnniJanni