Í seinastuni hava tíðindi verið frammi í miðlunum um, at fólk eru komin illa fyri í sambandi við handil á netinum, og fært tú tí nøkur góð ráð um, hvussu tú sjálv/ur kann gera fyri at verja teg.

Internet-sølan er vaksandi. Mett verður, at internethandilin í Europa í 2009 hevði ein umsetning upp á 900 mia.kr., og at hesin í 2013 fer at verða tað dupulta.

ES arbeiðir við at fáa samsvar í reglunum á økinum, so øll 27 londini hava eins reglur.


Tú eigur altíð at vera varin við at leggja tínar upplýsingar á netið
Arbeitt eigur at vera við støðugt at betra um trygdina á netinum.

Tað tú sjálv/ur kanst gera er:

At tryggja títt egna net við t.d. virusverju, verjugarði (firewall) og at syrgja fyri, at trygdin alla tíðina er dagførd.

Brúka vanligt vit og skil: Keyp einans frá kendum veitarum, kanna síðuna, áðrenn tú keypir, kanna hvørjum keypir tú frá: navn, bústaður, t-postur, telefon nr. skráset. nr., tryggja tær at ábyrgdarpersónur er aftanfyri.
 
  • Hevur handilin ein persónsupplýsingarpolitikk: Skalt tú t.d. lata nógvar upplýsingar um teg sjálva fyri at sleppa at keypa, mást tú umhugsa, um tú vilt keypa á síðuni
  • Internethandlar hava skyldu at upplýsa, hvørjar upplýsingar teir skráseta, og hvat tær skulu brúkast til

Annars tá tú keypir á netinum:
 
  • Kanna, hvat er við í prísinum (sending, avgjøld)
  • Skriva bíleggingina og váttanina út og goym tey
  • Kanna kontoyvirlitið fyri at vita, um upphæddin er farin av fleiri ferðir, og um upphæddir eru farnar av kontoini, sum tú ikki kennist við
  • Ikki upplýsa p-tal og annars ikki upplýsa meira enn neyðugt

Tað er av allarstørsta týdningi at hugsa um, at tú ikki ert navnloynd á netinum – tøkniliga menningin ger tað gjørligt at skráseta alt, ið fyriferst á netinum, og ongantíð fyrr hevur tað verið gjørligt at savna so nógvar upplýsingar um tann einstaka sum í dag.

Ein kanning, gjørd í fjør vísir, at Google, Yahoo, Microsoft o.o. fylgja við, hvat brúkarin ger á netsíðunum og skráseta tað. “Tað er fyri at kunna geva brúkaranum meira viðkomandi lýsingartilfar”, sigur Google.

Halt ikki uppat við at keypa á netinum – tað er komið fyri at vera, og tað ber til at brúka tað við skili. Tú kemur longst við at hugsa teg um og brúka vanligt vit og skil.
Box1

Box2

Box3



 Dat_logo

AnniJanni