1. Umhugsa um allar tínar upplýsingar tola dagsins ljós
Eru upplýsingarnar, sum tú leggur út á Facebook, hóskandi í øðrum samanhangi, til dømis um tú skalt til starvssamrøðu ella á date? Fýra av tíggju arbeiðsgevaraum hava víst umsøkjarum aftur orsakað av upplýsingum, sum teir hava funnið á Facebook. Tað er eitt gott hugskot at gera Facebook vangamyndina privata, so at ikki øll, sum leita eftir henni fáa atgongd til tínar persónligu upplýsingar. Tú kanst eisini geva ávísum vinum atgongd til at síggja upplýsingar ella myndir, ið aðrir vinir ikki síggja.


2. Strika myndir og upplýsingar javnan
Tað kann verða eitt hugskot at strika myndir og upplýsingar, ið ikki longur eru viðkomandi.


3. Hald teldupostadressu og loyniorð fyri teg sjálva/n.
Hald teg frá at almannakunngera tína vanligu teldupostadressu, og lat ongantíð loyniorðið til Facebook frá tær. Hinvegin kann tað verða eitt hugskot at stovna eina aðra teldupostadressu, ið bert skal nýtast til at rita inn á Facebook.


4. Nýt ymiskar teldupostadressur á Facebook og uttan fyri Facebook
Nýt eina aðra teldupostadressu á Facebook, enn ta tú nýtir, tá ið tú keypir, hvørt tað er á vanligan hátt ella á netinum. Á henda hátt slepst undan at handlar, sum hava tína teldupostadressu, lata hana víðari til Facebook við tí fyri eyga at finna tína vangamynd, soleiðis at teirra lýsingar gerast sjónligar fyri júst tær.


5. Legg ikki myndir ella upplýsingar um onnur út á Facebook
Um tey ikki klárt og greitt hava givið tær loyvi, skalt tú ikki leggja upplýsingar um onnur út á Facebook. Halt teg eisini frá at frámerkja onnur á tínum myndum uttan so , at tú veitst, at tey halda, at tað er í lagi.


6. Broyt loyniorðið javnan
Um tú hevur illgruna um, at vangamyndin hjá tær er vorðin hackað, skalt tú broyta loyniorð og ikki nýta tað til nakað annað enn Facebook. Facebook hevur nevniliga ein stóran trupulleika við hackarum, sum stjala upplýsingar og loyniorð hjá brúkarunum.


7. Ger tínar egnu stillingar á Facebook
Tá tú fert inn á tannhjólið ovast til høgru og velur 'Account settings' fært tú møguleika at gera tínar egnu stillingar á Facebook. Hetta gert tú í skránni vinstrumegin, har tú t.d. kanst fara undir "Trygd", "Loynd", "Fráboðan og tíðarrás" og "Forðing".


Hjálpimiðstøðin hjá Facebook

Um tú hevur trupulleikar á Facebook, so hevur Facebook hevur stovnað eina hjálpismiðstøð, sum skal hjálpa tær at finna fram til eina loysn. Á hjálpimiðstøðini kanst tú eisini kunna teg, um tað er okkurt ávíst í Facebook skipanini, sum tú kundi hugsa tær vita meiri um.

Vitja hjálpimiðstøðina
Box1

Box2

Box3



 Dat_logo

AnniJanni