Tá ið tú ert á Facebook er umráðandi, at tú hevur kunnleika til, hvussu tú kanst verja tínar persónsupplýsingar við amboðum hjá Facebook.


Hvat kanst tú sjálv/ur avgera?
Um tú fert inn á tannhjólið ovast til høgru og velur "Account Settings", kanst tú velja "Loynd", "Fráboðan og tíðarrás" og "Forðing" í skránni vinstrumegin. Har kanst tú millum annað avgera: 

- Hvat onnur síggja av tínum upplýsingum, og tí sum tú gert á Facebook.

- Hvør kann posta á tínari tíðarrás, og hvør kann síggja hvat onnur posta á tíni tíðarrás.

- Tú kanst eisini gera tað soleiðis, at tú skalt góðkenna allar frámerkingar av tær.

- Avmarka fjøldina, ið hevur atgongd til eldri postar

- Forða fyri brúkarum, appum og innbjóðingum av ymsum slag.

Legg til merkis, at stillingarnar á Facebook eru skipaðar soleiðis, at alt tilfar er sjónligt fyri øll, um tú sjálv/ur ikki hevur syrgt fyri at gera tað øðrvísi. Tað er eisini týdningarmikið at minnast til, at um tú frámerkir ein vin á eini mynd, so síggja vinirnir hjá viðkomandi hana eisini.


Ger vinalistar
Um tú vilt avmarka, hvat onnur kunnu síggja av tínum upplýsingum, er ein møguleiki at gera vinalistar. Hetta merkir, at tú kanst seta tínar vinir á ymsar listar. Um tú til dømis vilt deila myndir við nøkur útvald fólk, so er hetta ein lættur framferðarháttur:

1. Far inn á vinalistan hjá tær

2. Trýst á kassan, har tað stendur vinur á

3. Her hevur tú møguleika fyri at velja eina skrá. Tú kanst eisini velja at gera nýggjar skráir, ið hóska til tín tørv.

Tú kanst gera so nógvar listar, sum tú vilt, og sami vinur kann uttan trupulleikar vera á fleiri ymiskum listum


Hvør sær tínar dagføringar?
Tú kanst hava eina fasta stilling, sum til dømis "Vinir". Tá ið tú hevur skrivað eina dagføring, kanst tú tó ÁÐRENN, tú trýstir á "Send" gera av, hvør tað er, sum skal síggja júst hesa dagføringina. Um tú angrar, kanst tú altíð fara inn og broyta stillingarnar fyri hvørt uppslag sær.

Facebook_dagføring

Tú skalt eisini vera varug/ur við, at tá ið tú í eini ávísari dagføring velur, at hon t.d. skal verða sjónlig fyri øllum, so mást tú aftur inn á vanligu stillingarnar og broyta aftur til "Vinir".


Kanna myndaskjáttirnar
Um tær dámar væl at leggja myndir út á Facebook, minst so til, at hvør myndaskjátta hevur sína egnu stillingar í mun til, hvør kann síggja myndirnar. Minst til at velja "Vinir" ella ein annan vinalista, tá ið tú gert eina nýggja myndaskjáttu.

Summar myndaskjáttir verða stovnaðar av sær sjálvum sum til dømis mobil "Lagt út við fartelefon", so tað er eitt gott hugskot at kanna allar gamlar myndaskjáttir fyri óviðkomandi myndir.


Hjálpimiðstøðin hjá Facebook

Um tú hevur trupulleikar á Facebook, so hevur Facebook hevur stovnað eina hjálpismiðstøð, sum skal hjálpa tær at finna fram til eina loysn. Á hjálpimiðstøðini kanst tú eisini kunna teg, um tað er okkurt ávíst í Facebook skipanini, sum tú kundi hugsa tær vita meiri um.

Vitja hjálpimiðstøðina

 
Box1

Box2

Box3



 Dat_logo

AnniJanni