1. Lat telduna verða dagførda
Veikleikar í stýrisskipanini (t.d. Windows XP) ella í forritunum á telduni (t.d. Adobe Reader) verða ofta misnýttir av teldusníkum. Tí er týdningarmikið at lata telduna verða dagførda og syrgja fyri, at stýrisskipan og forrit altíð eru dagførd, so at eingin vandi er fyri veikleikum. Best er at nýta eina sjálvvirkna dagføring. Um tað ikki er møguligt ber til at fara inn á heimasíðuna hjá framleiðaranum og kanna um nýggjar dagføringar eru tøkar.


2. Nýt antivirus og verjugarð (firewall)
Verjugarðurin tryggjar teg í størstan mun í móti teldusníkum, sum royna at koma í samband við tína teldu. Antivirusforritið kannar hinvegin eftir, um tað liggja skaðiligar kotur í teldupostum og fílum, sum tú móttekur og letur upp, og tað kannar harafturat javnan telduna fyri virus. Syrg fyri, at verjugarðurin og antivirusforritið verða ofta dagførd - best er um hetta verður gjørt á sjálvvirkandi hátt. Syrg eisini fyri at gera eina heildarskanning av harðdiskinum við jøvnum millumbilum. Les um antivirus og verjugarðar á DK CERT ella spyr internetveitaran hjá tær.


3. Set bronglingina (krypteringina) í tínum tráðleysa netverki til
Bronglingin verjir teg ímóti, at onnur brúka títt netverk og harvið tær tænastur, sum tú hevur goldið fyri. Fyri ikki at verða avdúkað nýta brotsfólk ofta tráðleysa netverkið hjá øðrum at fjala seg í, tá ið tey fremja brotsverk. Hetta kann hava við sær, at ósek koma undir illgruna fyri at hava framt brotsgerðir, tey einki vita um. So minst til at seta bronglingina í tráðleysa netverkinum til.
Tú sært, hvussu tú skalt gera í vegleiðingini til tráðleysa routaran. Tú kanst eisini seta teg í samband við internetveitaran. Her kanst tú lesa meira um trygd á tráðleysum netverkum


4. Lat ikki persónligar upplýsingar víðari
Lat bert persónligar upplýsingar víðari (t.d. navn, bústað og telefonnummar), tá ið tørvur er á tí. Ver serliga varin, um tú verður biðin at senda upplýsingar, sum ikki skuldi verið neyðugir at latið víðari, t.d persónsnummarið, tá ið tú keypir vørur á netinum.


5. Tryggar internetsíður
Um tú skalt lata viðkvæmar upplýsingar víðari, skal tað verða á netsíðum, sum tú hevur álit á, og sum nýta brongling, eisini nevnt kryptering ( hygg eftir einum heingilási ella s’inum í ”https”


6. Nýt góð og trygg loyniorð
Loyniorð eru tann týdningarmiklasta verndin av tínum persónligu upplýsingum. Syrg fyri at nýta loyniorð, ið eru torfør at gita, og minst til at halda tey loynilig. Minst til at nýta lítlar og stórar stavir og eisini tøl og serlig tekin. Eitt gott loyniorð hevur minst átta tekin. Mælt verður til at hava sum vana at broyta loyniorð regluliga, í minsta lagi 3. hvønn mánaða og nýt ikki sama loyniorð á fleiri støðum.


7. Keyp á netinum
Ver varug/ur við, hvar tú keypir, og hvørjum heimasíðum tú tekur niður frá. Eisini um heimasíðan er væl úr hondum greidd og sær flott út.

Tá ið tú keypir á netinum er tað altíð gløgt at nýta viðurkendar gjaldsmiðlar sum til dømis gjaldskort. Um tú hevur verið úti fyri sviki, kanst tú fáa peningin aftur, um tú hevur rindað við korti, tí tú ert fevndur av “Loven om visse betalingsmidler”. Um tú gert eina bankaflyting beinleiðis á eina kontu, hevur tú onga trygd fyri endurgjaldi.

Tá ið tú rindar við gjaldskorti á netinum, skalt tú einans upplýsa kortnummar, lokadag og trygdarkotu. Send ongantíð hesar upplýsingar við telduposti og lat ongantíð pin-kotuna til gjaldskortið víðari – hvørki á netinum ella í telefonini.

Áðrenn tú rindar, skalt tú kanna um trygdin á síðuni er í lagi. Vita um tú sært eitt heingilás ella ”https” , hetta merkir at gjaldsupplýsingarnar ikki kunnu lesast av øðrum. Tó eru hvørki ”heingilás” ella ”https” trygd fyri, at síðan er 100% trygg. Um tú vilt verða heilt vís/ur í, at tínir persóns- ella gjaldskortsupplýsingar ikki verða stolnar ella misnýttar, skalt tú einans keypa á síðum, sum eru meldaðar til MasterCard SecureCode og Verified by Visa (3D secure)

Tú kanst lesa meira um handil á netinum undir Kunna teg, og um tú vilt leita tær enn meiri vitan um evnið, kanst tú fara á forbrug.dk


8. Send ikki viðkvæmar og persónligar upplýsingar í teldupostum
Ikki svara teldupostum, ið látast at vera frá bankum ella gjaldstænastum, um leinki eru til heimasíður, sum biðja teg um persónligar og viðkvæmar upplýsingar. Bankar og gjaldstænastur biðja ONGANTÍÐ um persónligar upplýsingar í teldupostum. Tílíkar viðkvæmar upplýsingar kunnu misnýtast av brotsfólki til at misnýta tín samleika og tøma tínar kontur.

Ver annars altíð varin við at lata persónligar upplýsingar við telduposti. At senda teldupost kann samanberast við at senda opin postkort.
Box1

Box2

Box3



 Dat_logo

AnniJanni