Hvussu kenna tey meg?

Hvørja ferð tú fert á internetið, fært tú eina IP-adressu. Internetveitarin skrásetir tína IP-adressu, og eisini hvørjar IP-adressur tú vitjar. Tá løgreglan hevur tørv á upplýsingum um internetvitjanir, kann hon kanna loggin og síðani biðja internetveitaran um eitt yvirlit yvir, hvør brúkti IP-adressurnar tær ávísu tíðirnar.

Tey, ið eiga heimasíðurnar, vilja ofta kenna gestir sínar og goyma tí eina lítla fílu (cookie) í tínari teldu. Hvørja ferð tú vitjar eina heimasíðu verður kannað, um tín telda hevur eina slíka fílu. Upplýsingar verða skrásettar í fíluni, til dømis brúkaranavnið og loyniorðið, tú nýtir fyri at rita teg inn á heimasíðuna. Tú kanst stilla telduna soleiðis inn, at hon ikki kann goyma slíkar fílur. Tá er tó vandi fyri, at nógvar heimasíður ikki vilja loyva tær inn. Men tað ert tú sum gert av, hvat hevur størst týdning: persónsvernd ella atgongd.

 
Minst til:
Eingin er anonymur á internetinum!
Box1

Box2

Box3



 Dat_logo

AnniJanni