Tað er gjørligt at strika upplýsingar og myndir, sum ein hevur lagt á internetið. Men onkuntíð ber ikki til at fáa fatur á øllum, tí tilfarið kann verða avritað og lagt út á aðrar heimasíður, ella avrit av tilfarinum kann verða goymt á bæði smáum og stórum leitimaskinum.

Soleiðis strikar tú óynsktar upplýsingar um teg sjálva/n:
  1. Tosa við persónin, sum hevur lagt persónsupplýsingarnar út. Sært tú hvør tað er, sum hevur lagt upplýsingarnar út, set teg tá í samband við viðkomandi og fá hann ella hana at taka tær burtur aftur.
    Framvegis trupulleikar?
  2. Tosa við internetveitaran. Tað kan verða, at internetveitarin kann hjálpa tær. Vilt tú vita hvør eigur eitt ávíst føroyskt økisnavn, kanst tú leita á heimasíðuni hjá FO-umsitingini: www.nic.fo. Álvarsamir trupulleikar?
  3. Set teg í samband við løgregluna. Heldur tú onkrar upplýsingar verða so skelkandi, at tú vilt hava tær av netinum beinanvegin, eigur tú at seta teg í samband við løgregluna og melda tilburðin. Eru trupulleikarnir ikki so álvarsamir?
  4. Set teg í samband við Dátueftirlitið. Tú kanst seta teg í samband við Dátueftirlitið fyri at fáa ráðgeving um, hvussu upplýsingar kunnu strikast av internetinum. Dátueftirlitið hjálpir tær eisini í øðrum spurningum viðvíkjandi persónsupplýsingum.





 
Box1

Box2

Box3



 Dat_logo

AnniJanni