Tú hevur ábyrgdina av, at tað tilfar sum tú leggur út á netið er í tráð við tær reglur, sum eru galdandi á økinum.

Allar avísir hava ein blaðstjóra, sum hevur ábyrgdina av øllum, sum avísin koyrir á prent ella leggur á netið, bæði teksti og myndum. Tilvitað lygn, fólkajagstran, ólógligar myndir og rasisma kunnu gera stóran skaða og kunnu føra til bøtur ella fongsulsrevsing.

Á sama hátt sum blaðstjórin hevur ábyrgdina av síni avís, hevur tú ábyrgdina av øllum tilfari, sum tú leggur út á netið. Tú mást hugsa teg um, áðrenn tú leggur tilfar út um onnur, hetta er eisini galdandi fyri myndir. Tað er týdningarmikið, at tú kanst standa við tilfarið, sum tú leggur út á netið. Tað, sum tú møguliga heldur vera skemt, kann lættliga fatast av øðrum sum niðrandi happing.

 
Góður fólkaskikkur

Persónsvernd snýr seg eisini um at finna óskrivaðu reglurnar fyri góðum fólkaskikki. Vit lúra ikki gjøgnum lyklarhol, vit lata ikki brøv upp hjá øðrum o.s.fr.

 
Box1

Box2

Box3



 Dat_logo

AnniJanni