Hóast internetið hevur gjørt tað møguligt at deila myndir við alla verðina við einum knappatrýsti, so eru framvegis reglur fyri, hvat loyvt er at almannakunngera.

Ein og hvør sum almannakunnger myndir á netinum má fyrihalda seg til ásetingarnar í persónsupplýsingarlógini. Hetta merkir m.a., at meginreglan er, at ein mynd ikki má almannakunngerast uttan samtykki frá tí avmyndaða, og at tað er tann, ið hevur almannakunngjørt myndina, sum skal kunna prógva, at eitt greitt samtykki er fingið til vega.

Støðumyndir kunnu hinvegin almannakunngerast uttan samtykki fra teimum avmyndaðu, um so er at myndirnar eru meinaleysar og ikki niðrandi fyri tey avmyndaðu. Støðumyndir eru myndir, sum avmynda eina støðu ella har endamálið við myndini er at lýsa eina støðu. Akkurát hvør tað er, sum er við á myndini, hevur minni týdning enn høvuðsinnihaldið í myndini. Dømi upp á hetta kann vera fleiri fólk, sum eru avmyndað á eini konsert, til eitt ítróttartiltak, í einum skúlagarði ella til aðrar hendingar, sum hava almennan áhuga. Tað finnast undantøk frá kravinum um samtykki, um myndin hevur aktuellan og almennan áhuga, men í tílíkum førum er markið fyri tí lógliga torført at staðfesta.

Tú kanst lesa enn meira um myndir á netinum á dat.fo


Støðumynd er ein mynd av einum ella fleiri persónum, har tað er støðan, t.d. spæl í skúlagarðinum, sum skal vísast. Støðumyndir krevja ikki samtykki, um tær eru meinaleysar.

Andlitsmynd er ein mynd av einum ella fleiri persónum, har tað er andlitið, sum skal vísast.
Um ein andlitsmynd skal leggjast út á netið ella almannakunngerast á annan hátt krevst samtykki. Øll hava rætt til at angra, og tá eigur myndin at verða strikað beinanvegin.
Box1

Box2

Box3



 Dat_logo

AnniJanni