Tíni mørk

Vit hava øll tørv á at hava eitt rúm til okkum sjálvi, sum onnur hava virðing fyri og ikki gera seg inn á. Men hesin tørvur er ymiskur frá persóni til persón. Ofta hava ymsu vinarbólkarnir eisini ymiska áskoðan á, hvat er privat. Og fatanin av privatlívi broytist alla tíðina. Tað sum fyrr bert var gjørt við stongdari hurð, verður í dag kanska gjørt opið uttan himpr.
Av og á hava vit eisini tørv á at vera ónevnd. Vit skulu kunna kenna okkum vís í, at tað er sumt, sun eingin annar fær at vita um okkum, ella sleppur at síggja. Tí kanst tú fara til lækna, uttan onnur fáa at vita, hvat tit tosaðu um. Tú skalt eisini kunna fara á vesið, uttan at verða filmað/ur av einum vakmyndatóli.

 Tað er tín rættur at kunna lata hurðina aftur og sjálv velja hvørjum tú bjóðar inn.


Persónsupplýsingarlógin

Persónsupplýsingarlógin skal vera við til at tryggja, at onnur nýta upplýsingar um teg á virðiligan hátt. Endamálið við lógini er at tryggja persónsverndina hjá tí einstaka.


Persónsupplýsing

Ein persónsupplýsing er einhvør upplýsing og meting, sum kann knýtast at einum likamligum persóni. Hetta merkir, at til dømis navn, aldur, bústaður og telefonnummar eru persónsupplýsingar, tá tær eru serstakar fyri tín persón. Myndir av væl kenniligum persónum eru eisini persónsupplýsingar, hóast einki navn er skrivað við myndina.

Persónstalið er eisini er persónsupplýsing.


Samtykki

Í høvuðsheitum hava onnur ikki rætt at nýta tínar persónsupplýsingar uttan títt samtykki, altso, at tú hevur givið teimum loyvi til tað. Samtykki skal vera givið av fríum vilja og frá tínari hond. Og tú kanst altíð taka eitt samtykki aftur. Hetta er reglan, men undantøk eru. Til dømis hava land og kommunur í ávísum førum rætt at nýta tínar persónsupplýsingar, uttan at spyrja teg um loyvi fyrst.

Frá tí degi tú ert 15 ár, hevur tú sjálv/ur loyvi at umsita tínar persónsupplýsingar. Tað er meginreglan. Ert tú yngri enn 15 ár, krevst samtykki frá foreldrunum.
Er talan um viðkvæmar upplýsingar, til dømis revsiverd- ella kynslig viðurskifti, heilsustøðu, ella líknandi, krevst ofta samtykki frá foreldrunum til tú ert 18 ár.


Upplýsingar og innlit


  • Letur tú persónsupplýsingar frá tær, er tað tín rættur at vita, hvør skal nýta upplýsingarnar, hvat endamálið er, um persónsupplýsingarnar verða latnar øðrum enn fráboðað – og tá hvørjum
  • Tað er eisini tín rættur at vita, hvørjar upplýsingar onnur hava um teg, hvat endamálið er, og hvussu tey hava fingið fatur á upplýsingunum
  • Tú kanst krevja, at skeivar ella ófullfíggjaðar upplýsingar verða rættaðar
  • Upplýsingar skulu ikki goymast longur enn neyðugt 
Box1

Box2

Box3



 Dat_logo

AnniJanni