Á Instagram kanst tú viðgera og deila tínar myndir.
Strika vangamynd
Soleiðis gert tú, um tú ynskir at strika tína vangamynd á Instagram:
1. Rita inn á tína Instagram vangamynd
2. Tá tú ert innritað/ur, vel síðani "Settings"
3. Trýst á "I'd like to delete my account" niðast til høgru á síðuni
4. Vel síðani eina orsøk til, at tú strikar vangamyndina
5. Skriva títt loyniorð einaferð afturat
6. Trýst á reyða teigin við tekstinum "Permanently deactivate my account"
Tú hevur nú strikað tína vangamynd á Instagram.
Alt verður strikað
Ver varug/ur við, at tá vangamyndin verður strikað, verða allar myndir o.a. eisini strikað. Ynskir tú at varðveita hesar myndir, minst so til at flyta myndirnar og annað tilfar yvir á telduna ella annan goymslumiðil. |