Twitter er eitt sosialt netverk, sum møguliga ikki hevur so nógvar brúkarar í Føroyum, men sum er sera væl umtókt uttanlands.


Strika vangamynd

Soleiðis strikar tú tína Twitter vangamynd:


1. Rita inn á tína Twitter vangamynd

2. Trýst á pílin til høgru fyri tannhjólið ovast á síðuni til høgru og vel síðani 'Indstillinger'

3. Trýst á 'Deaktivér min konto' niðast á síðuni

4. Les boðini frá Twitter og vel trýst á bláa teigin, har tað stendur 'Deaktivér'

5. Ein lítil rútur kemur fram á skermin, har tú skalt tasta títt loyniorð og síðan trýsta á bláa teigin 'Deaktivér konto'

6. Tín Twitter vangamynd verður nú strikað um 30 dagar. 


Kann eg angra?

Tú kanst angra, at tú hevur strikað tína Twitter vangamynd innan 30 dagar eftir, at tú framdi strikingina. Heldur tú teg innan hesa freist, verður tín Twitter vangamynd endurskapað við øllum upplýsingum og myndum. Eru 30 dagar farnir, síðan tú strikaði vangamyndina, eru allar upplýsingarnar burtur, og vangamyndin kann ikki longur endurskapast.
Box1

Box2

Box3



 Dat_logo

AnniJanni