Google veitir tænastur bæði til einstaklingar og fyritøkur. Tænasturnar eru fjøltáttaðar og støðugt vaksandi. Sum dømi kunnu nevnast: Leitimaskinan Google, kagin Google Chrome, Picasa, Gmail og Google+


Strika kontu

Soleiðis gert tú, um tú ynskir at strika tína kontu hjá Google:


1. Far inn á hetta leinkið

2. Rita inn á Google

3. Tú skalt seta flugubein við øll  trý punktini, so at tað er greitt, at tú veitst, at strikingin eisini er galdandi fyri aðrar tænastur, sum Google veitir

4. Vátta strikingina við at skriva inn loyniorð títt

5. Trýst síðani á "Strika Google kontu"


Øll Google kontan er nú strikað. Tað vil siga, at tú eisini hevur strikað allar tænasturnar, sum vóru knýttar at tínari Google kontu. Tað kann t.d. vera Gmail, kalendari, Picasa osfr. 


Gloymt loyniorðið?

Um tú hevur gloymt brúkaranavn ella loyniorð, kanst tú royna hetta leinkið


Google Removal Tool

Tað frægasta tú kanst gera, um tað eru upplýsingar á netinum, sum tú ynskir at fáa strikaðar, er at seta teg í samband við viðkomandi, ið hevur lagt upplýsingarnar út og biðja hann ella hana um at strika tær.

Tíverri ber hetta ikki altíð til, antin tí tú ikki fært fatur á viðkomandi ella tí viðkomandi sýtir fyri at strika upplýsingarnar.

Tá kanst tú royna at syrgja fyri at upplýsingarnar ikki koma til sjóndar í leitimaskinium. Í hesum sambandi hevur Google ment eitt amboð, ið nevnist Google Removal Tool. Um tú vilt nýta hetta amboðið er neyðugt, at tú stovnar eina kontu hjá Google. Far síðani inn á hetta leinkið

Tú kanst lesa meira um Google Removal Tool her


 
Box1

Box2

Box3



 Dat_logo

AnniJanni