Hevur tú fyrr brúkt tænastur hjá Windows Live ID sum til dømis Hotmail og MSN, sum tú ikki brúkar longur, og tí kundi hugsað tær at strika?


Strika alla Windows Live ID kontuna

Soleiðis gert tú:


1. Rita teg inn á eina Windows Live tænastu, t.d. Hotmail

2. Far síðani inn á hetta leinkið

3. Trýst á "Luk konto", sum liggur undir ‘Flere muligheder’

4. Skriva loyniorðið niðast á síðuni og vátta striking við at trýsta á "ja"

Tú hevur nú strikað alla tína Windows live ID konto


Hotmail og MSN

Tú kanst eisini velja bert at strika teldupostadressuna hjá Hotmail. Tá verður tænastan MSN Messenger tó eisini strikað. MSN Messenger er tengd at Hotmail kontuni, og tí ber ikki til at strika MSN Messenger uttan at strika Hotmail.


Strika Hotmail og msn

Soleiðis strikar tú tína hotmail teldupost adressu:


1. Far inn á hetta leinkið

2. Rita inn við Hotmail adressu og loyniorði. Tá kemur eitt nýtt vindeyga fram.

3. Trýst á "Luk konto"

Tú hevur nú strikað tína Hotmail konto og harvið eisini tænastuna MSN Messenger.



Aðrir fyrispurningar

Um tú hevur aðrar fyrispurningar, kanst tú royna hetta leinkið

  
 
Box1

Box2

Box3



 Dat_logo

AnniJanni