Facebook Places er ein sonevnd "geo-location feature", sum nýtir GPS'aran á telefonini til at upplýsa á Facebook, hvar tú ert stødd ella staddur. Tú hevur allarhelst sæð dagføringar sum: Hanus var í SMS.

Tað ber eisini til at fortelja, hvar onnur eru sum til dømis: Hanus var í SMS - frámerki: Una Símunardóttir.

Tað ber ikki til at forða fyri, at onnur frámerkja teg á ymsum støðum, men tú hevur møguleika fyri at fáa eina fráboðan, tá ið tú verður frámerktur, har tú kanst antin góðtaka ella nokta frámerkingina, áðrenn hon verður løgd út. Tað verður gjørt soleiðis:

1. Far inn á tannhjólið ovast til høgru á síðuni

2. Far inn á "Account Settings"

3. Vel "Tíðarrás og frámerking"
 
4. Trýst síðani á "Hvordan kan jeg administrere tags, personer tilføjer og forslag til tags"



Hjálpimiðstøðin hjá Facebook

Um tú hevur trupulleikar á Facebook, so hevur Facebook hevur stovnað eina hjálpismiðstøð, sum skal hjálpa tær at finna fram til eina loysn. Á hjálpimiðstøðini kanst tú eisini kunna teg, um tað er okkurt ávíst í Facebook skipanini, sum tú kundi hugsa tær vita meiri um.

Vitja hjálpimiðstøðina
 
Box1

Box2

Box3



 Dat_logo

AnniJanni