Fráboðan um falskan teldupost fra Facebook
Um tú fært falskar teldupostar, ið latast at vera frá Facebook, kanst tú senda eina fráboðan til Facebook við at nýta oyðublaðið niðanfyri:

Eg vil boða frá einum telduposti, sum letst at vera frá Facebook


Fráboðan um óhóskandi lýsing á Facebook
Um tú ert komin fram á eina óhóskandi lýsing á Facebook, kanst tú boða Facebook frá hesum við at nýta oyðublaðið niðanfyri:

Eg vil boða frá óhóskandi lýsing á Facebook


Fráboðan um brot á reglurnar hjá Facebook
Um tú gert varugur við eitthvørt, sum er brot á reglurnar á Facebook, kanst tú nýta oyðublaðið niðanfyri, eisini um tú ikki ert limur í Facebook.

Eg vil boða frá brot á reglurnar hjá Facebook


Spurningur um persónsverndarpolitikkin
Um tú hevur ein spurning, sum snýr seg um persónsverndarpolitikkin hjá Facebook, kanst tú nýta oyðublaðið niðanfyri:

Eg vil seta Facebook ein spurning um persónsvernd



Hjálpimiðstøðin hjá Facebook

Um tú hevur trupulleikar á Facebook, so hevur Facebook hevur stovnað eina hjálpismiðstøð, sum skal hjálpa tær at finna fram til eina loysn. Á hjálpimiðstøðini kanst tú eisini kunna teg, um tað er okkurt ávíst í Facebook skipanini, sum tú kundi hugsa tær vita meiri um.

Vitja hjálpimiðstøðina


Reglurnar hjá Facebook

Sum Facebook brúkari er tað ráðiligt at hava kunnleika til Felagsreglurnar hjá Facebook. Eisini um tú hevur fyri neyðini at gera einhvørja fráboðan til Facebook er gott at hava hesar treytir í huga.


 
Box1

Box2

Box3



 Dat_logo

AnniJanni