Tað er treyt hjá Facebook, at brúkarar eru minst 13 ár, tá ið teir stovna kontu á Facebook. Tað er í stríð við reglurnar hjá Facebook at lata órættar upplýsingar í sambandi við stovnan av kontu á Facebook. Hetta er eisini galdandi fyri kontur, ið verða stovnaðar av eldri parti vegna børn, ið eru undir 13 ár.
Um tú hevur eitt barn undir 13 ár, ið hevur stovnað vangamynd á Facebook, kanst tú vísa barninum, hvussu tað kann strika kontuna við at fáa tað til at rita inn á kontuna og nýta hetta oyðublaðið um at strika kontu Um tú vilt boða frá eini kontu, ið er stovnað til eitt barn, sum er undir 13 ár, skalt tú nýta hetta oyðublaðið: Eg vil boða frá einum brúkara, ið er yngri enn 13 ár Facebook strikar kontur, ið hoyra til børn undir 13 ár beinanvegin, um hetta verður fráboðað gjøgnum oyðublaðið omanfyri. Myndir á Facebook av barni tínum, sum er undir 13 ár Tú hevur møguleika fyri at boða frá um tú metir at persónsverndin hjá barni tínum verður brotin. Hetta kann fráboðast við at nýta oyðublaðið niðanfyri. Eg vil melda mynd av barni mínum, ið er yngri enn 13 ár
|
![]() ![]() ![]() ![]() |