Tað ber til navnloynt at melda myndir og sjónbond, sum bróta Felagsreglurnar hjá Facebook (t.d. nakinmyndir).

Soleiðis gert tú:


1. Far inn á myndina, sum tú ynskir at fáa strikaða og trýst á hana

2. Vel "Møguleikar"
 
3. Trýst síðani á "Melda/strika frámerki". 


Facebook hyggur at klagunum og strikar myndir eftir tørvi.

Tað er ikki eitt brot á reglurnar, um ein brúkari leggur eina mynd á Facebook, sum tær ikki dámar. Facebook kann ikki áleggja brúkarum at strika myndir, ið ikki bróta reglurnar hjá Facebook. Tú kanst tá royna hesar møguleikar:


1. Um tær ikki dámar eina mynd, kanst tú strika frámerki.

2. Tú kanst senda eini boð til viðkomandi, ið hevur lagt myndina út, og biðja hann ella hana um at strika myndina.

3. Tú kanst forða viðkomandi. So verður sambandið tykkara millum á Facebook kvett.



Hjálpimiðstøðin hjá Facebook

Um tú hevur trupulleikar á Facebook, so hevur Facebook hevur stovnað eina hjálpismiðstøð, sum skal hjálpa tær at finna fram til eina loysn. Á hjálpimiðstøðini kanst tú eisini kunna teg, um tað er okkurt ávíst í Facebook skipanini, sum tú kundi hugsa tær vita meiri um.

Vitja hjálpimiðstøðina

 
Reglurnar hjá Facebook

Sum Facebook brúkari er tað ráðiligt at hava kunnleika til Felagsreglurnar hjá Facebook. Eisini um tú hevur fyri neyðini at gera einhvørja fráboðan til Facebook er gott at hava hesar treytir í huga.
Box1

Box2

Box3



 Dat_logo

AnniJanni