Um tú ynskir eina varandi striking av vangamyndini hjá deyða brúkaranum, skalt tú brúka leinkið niðanfyri.

Eg ynski at strika vangamyndina hjá tí deyða

Tú kanst eisini velja at lata vangamyndina vera verandi á Facebook, soleiðis at tað framvegis ber til at skriva viðmerkingar á tíðarrásina hjá viðkomandi, og tað ber til hjá vinum at síggja myndir hjá viðkomandi. Tó verða kontaktupplýsingar strikaðar, og onnur verða ikki mint á føðingardagar og líknandi.

Eg ynski, at vangamyndin verður verandi á Facebook

Deyðsváttan skal uppgevast og møguliga eisini skjalprógv fyri hvat familjusamband, ein hevur við tann deyða.
 


Hjálpimiðstøðin hjá Facebook

Um tú hevur trupulleikar á Facebook, so hevur Facebook hevur stovnað eina hjálpismiðstøð, sum skal hjálpa tær at finna fram til eina loysn. Á hjálpimiðstøðini kanst tú eisini kunna teg, um tað er okkurt ávíst í Facebook skipanini, sum tú kundi hugsa tær vita meiri um.

Vitja hjálpimiðstøðina
 

 
Box1

Box2

Box3



 Dat_logo

AnniJanni