Facebook nýtir ymisk oyðubløð, tá ið boðast skal frá trupulleikum við vangamyndini. Tað er týdningarmikið, at tú nýtir tað oyðublaðið, ið ætlað at loysa tín trupulleika.

Um tú hevur mist atgongdina til tína Facebook vangamynd, skalt tú fara inn á tað oyðublaðið, ið lýsir tína støðu best.

Facebook kontan er hackað
Facebook kontan er hackað, og eg finni hana ikki aftur

Greið frá trupulleikanum og upplýs nóg nógv til, at Facebook metir tað vera sannlíkt, at tú ert hon ella hann, tú sigur teg vera. Minst til at skriva á enskum.

Um tú verður biðin at lata eina teldupostadressu, sum Facebook kann nýta, um tey skulu seta seg í samband við teg, so mást tú minnast til at lata eina teldupostadressu, sum IKKI er tengd at øðrum Facebook vangamyndum.

Orsøkin til at ein konta verður hackað kemst ofta av, at ein hevur verið óvarin við loyniorðinum ella hevur klikkjað seg inn á eitt ótrygt leinki. Tí er tað týdningarmikið at vera varin við loyniorðinum og at tryggja sínar kontur. Tað kanst tú lesa meira um á Trygd á netinum



Hjálpimiðstøðin hjá Facebook

Um tú hevur trupulleikar á Facebook, so hevur Facebook hevur stovnað eina hjálpismiðstøð, sum skal hjálpa tær at finna fram til eina loysn. Á hjálpimiðstøðini kanst tú eisini kunna teg, um tað er okkurt ávíst í Facebook skipanini, sum tú kundi hugsa tær vita meiri um.

Vitja hjálpimiðstøðina

 

 
 Box1

Box2

Box3



 Dat_logo

AnniJanni