Um tú ynskir at taka ein steðg frá Facebook, kanst tú velja at óvirkja tína kontu hjá Facebook.


Óvirkja vangamynd


Soleiðis gert tú:


1. Rita inn á Facebook

2. Trýst á tannhjólið ovast til høgru

3. Vel "Account Settings"

4. Vel "Trygd" í skránni vinstrumegin

5. Trýst á "Óvirkja tína kontu" niðast til høgru


Hetta leinkið frá hjálpimiðstøðini hjá Facebook kann møguliga hjálpa tær:

Soleiðis óvirki eg mína vangamynd
 

Tá ið tú gert tína kontu óvirkna, hvørvur tín tíðarrás, og allar upplýsingar sum eru tengdar at henni, beinanvegin frá Facebook tænastuni. Tað ber ikki til at leita eftir tær á Facebook ella síggja nakrar av tínum upplýsingum.

Tað ber til at virkja kontuna aftur við at rita inn við tínari teldupostadressu og loyniorði. Tíðarrásin verður tá endurskapað, øll sum hon er. Minst til, at tú mást hava atgongd til teldupostadressuna, sum tú nýtir við innritan, um tú skalt endurvirkja Facebook kontuna.

 
Hjálpimiðstøðin hjá Facebook

Um tú hevur trupulleikar á Facebook, so hevur Facebook hevur stovnað eina hjálpismiðstøð, sum skal hjálpa tær at finna fram til eina loysn. Á hjálpimiðstøðini kanst tú eisini kunna teg, um tað er okkurt ávíst í Facebook skipanini, sum tú kundi hugsa tær vita meiri um.

Vitja hjálpimiðstøðina

 
Box1

Box2

Box3



 Dat_logo

AnniJanni