Um tú vilt strika tína vangamynd og ikki væntar, at tú fert at nýta Facebook aftur, kanst tú biðja um at fáa tína kontu strikaða. Tá ber ikki til at virkja kontuna aftur ella heinta innihald og upplýsingar, sum tú hevur lagt út á Facebook. Tað kundi verið hent at tikið niður eitt avrit av tínum upplýsingum á Facebook, áðrenn tú strikar kontuna. Um tú ynskir at strika tína kontu á Facebook uttan møguleika fyri at enduskapa hana, skalt tú rita inn á tína vangamynd á Facebook og síðani nýta hetta oyðublaðið:

Eg vil strika mína vangamynd

Um tað ikki ber til at rita inn á tína kontu, mást tú fyrst tómstilla loyniorðið. Tað gert tú við at fara inn á www.facebook.com og klikkja á leinkið "Hevur tú gloymt títt loyniorð?", sum er beint undir breddanum, har tú vanliga skrivar loyniorðið. Tá ið tú  hevur fylgt mannagongdini fyri at tómstilla loyniorðið og aftur kanst rita inn á tína kontu, kanst tú strika tína kontu.




Gloymt loyniorð_Facebook




Hjálpimiðstøðin hjá Facebook

Um tú hevur trupulleikar á Facebook, so hevur Facebook hevur stovnað eina hjálpismiðstøð, sum skal hjálpa tær at finna fram til eina loysn. Á hjálpimiðstøðini kanst tú eisini kunna teg, um tað er okkurt ávíst í Facebook skipanini, sum tú kundi hugsa tær vita meiri um.

Vitja hjálpimiðstøðina



 
       Box1

Box2

Box3



 Dat_logo

AnniJanni